top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Faroe Ship søkir eftir fýra lærlingum

Talan er um tríggjar shipping-lærlingar til útflutnings- og innflutningsdeildina og kundatænastuna og ein bókhaldslærling til fíggjardeildina

Faroe Ship søkir eftir fýra lærlingum at byrja 1. september 2024. Talan er um tríggjar shipping-lærlingar til útflutnings- og innflutningsdeildina og kundatænastuna og ein bókhaldslærling til fíggjardeildina.



Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.  



Góð og skjót tænasta er okkara grundarsteinur.



Shipping-lærlingar


Lærlingarnir verða knýttir at útflutnings- og innflutningsdeildini umframt kundatænastu okkara.



Útflutnings- og innflutningsdeildirnar taka sær av sølu og logistikki í sambandi við inn- og útflutning av góðsi.


Kundatænastan tekur sær av allari handfaring av flutningsskjølum, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan.


Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.




Lærlingur til bókhaldið



Lærlingurin verður settur á fíggjardeild okkara.

Uppgávurnar á fíggjardeildini fevna um at bóka, avstemma rokningar, røkt av skuldarum og ognarum, lønarflytingar og annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Lærutíðin er 2 ár við búskaparbreyt og 2 ár og 6 mánaðir við øðrum miðnámsskúlaprógvi. Skúlagongdin, sum er 7 vikur, er í Føroyum.FørleikarVit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi prógv á miðnámsstøði.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið og eyga fyri smálutum;

  • ert forvitin av lyndi og hevur støðugt hug til, at tingini verða gjørd betri og einfaldari;

  • megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn;

  • hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja;

  • leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd;

  • trívist í einum toymi, men at tú eisini hugsar sjálvstøðugt; og

  • hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum umframt góðar telduførleikar


Umsókn og setanarviðurskifti



Starvið verður sett skjótast til ber við byrjan 1. september 2024. Lønin er sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.


Umsóknir saman við lívsrensli og prógvum skulu sendast til jobs@faroeship.fo í seinasta lagi 14. juli 2024. Viðmerk antin «bókhald» ella «shipping»


Nærri fæst at vita um størvini frá Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 549054 ella á teldupost esda@faroeship.fo


(Mynd 📸 Faroe Ship)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Faroe Ship

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page