FAROE SHIP | Betri og burðardyggari siglingarruta til og úr Føroyum
Nýggja siglingarætlanin er løgd til rættis soleiðis, at hon er klár til tey alsamt vaksandi umhvørviskrøvini, sum verða sett shippingvinnuni. Við nýggja rutunetinum verða færri fjórðingar sigldir, og skipini fara at hava styttri tíð við bryggju, og fer hetta at minka um útlát og kostnað.
Saman við longu gjørdum tillagingum í siglingarætlanini er málið hetta:
• samlaða talið av sigldum fjórðingum minkar við á leið 40.000 fjórðingum ella 5% • samanborið við 2022 minkar oljunýtslan 11,000 tons ella 14% • talið av bingjuskipum verður minkað við einum, soleiðis at samlaða talið nú verður 11.
Fyri føroysku kundarnar verða broytingarnar serliga beinleiðis samband vikuliga úr Immingham í Onglandi, Bremerhaven í Týsklandi og aðruhvørja viku beinleiðis úr Frederiksstad í Noregi.
IMO (International Maritime Organization) hevur sett í verk nýtt regluverk, sum avmarkar loyvda útlátið, sokallaða CII (Carbon Intensity Index). Harafturat verða krøvini frá ES alsamt strangari, og broytingin í siglingarætlanini er ein liður í at ganga nýggju krøvunum á møti.
Faroe Ship fegnast um nýggju siglingarætlanina, sum fer geva føroysku vinnuni nýggjar og spennandi møguleikar.
Bogi P. Nielsen, stjóri, sigur, at við broytingunum fer Faroe Ship at kunna geva kundum sínum eina enn betri tænastu, samstundis sum hon eisini er eitt stig á vegnum á náa tey umhvørvismál, sum Faroe Ship hevur sett sær.
Nýggja siglingarætlanin verður sett í verk fyrsta ársfjórðing 2024.
(Mynd 📸 Faroe Ship)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Ship
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios