FAROE DIVE | Vinnuligar kavaraútbúgvingar
Updated: Oct 13, 2022
Soleiðis skrivar Janus Joensen, stjóri í Faroe Dive á facebook t. 2 mei 2022:
Seinastu 20 árini hava starvsfólk og leiðsla á Faroe Dive Sp/f ment føroyskar vinnuligar kavaraútbúgvingar, saman við føroysku mynduleikunum. Útbúgvingarnar eru oftast mentar eftir altjóðaleisti. Niðanfyri eru nakrar av útbúgvingunum, ið føroyskir vinnukavarar kunnu taka her heima í dag...
a) Grundskeið í vinnukaving. (SCUBA, 30 metur)
b) Grundskeið í Slangukaving. (SS, 30 metur)
c) Víðkaskeið í Slangukaving. (SS, offshore, 50 metur)
d) Vinnuligt NITROX
e) Fyrstuhjálp og endurnýggjan av fyrstuhjálp fyri vinnukavarar og kavarahjálparar.
f) Vinnuligur trýstkamars-operatør
g) Vinnuligur Kavarahjálpari
h) Bjargingarkavari innan føroysku tilbúgvingina
Áhugavert at síggja, at áhugin fyri at menna Føroyar, sum ein Maritiman Tænastudepil er vaksandi, bæði í politisku skipanini og innan ymiskar vinnur.. vit eiga at koyra á við framhaldandi menningar-arbeiðinum og ikki halda at onnur lond eru betri enn vit.. Innan sjóvinnu eiga vit bæði fólk og tænastuveitarar í heimsflokki www.faroedive.com
(Mynd 📸 Facebook)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Facebook
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires