FAROE DIVE | Vinnan hevur tørv á fleiri útbúgvingum
Hvønn dag arbeiða áleið 32 kavarar, í føroysku alivinnuni. Tørvurin á kavarum sýnist at vera vaksandi, so hvørt sum alivinnan mennist og økir sína framleiðslu. Kavarar hava avgerðandi týdning fyri rakstrinum av alivinnuni. Ein av uppgávunum hjá føroysku vinnukavarunum er at loysa og festa úthálaralínur. Hesar línur eru festar í ein søkkring, ið hongur niðri á áleið 17 metra dýpið. Endamálið við línunum er at tryggja, at nótin er spíla út og hevur mest møguliga rúmd.
Av tí at alivinnan stendur fyri áleið 50% av okkara fiskavøruútflutningi, hevur hon ovurstóran týdning fyri okkara landshúsarhald. Skal føroyska alivinnan mennast enn meira, hevur tað týdning, at mynduleikar bjóða føroyingum útbúgvingar, ið kunnu brúkast í vinnuni.
(Mynd 📸 Faroe Dive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments