top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FAROE DIVE | Stórir menningar møguleikar av alivinnuni

Alsamt størri partur av samlaða útflutningsvirðinum stavar frá alifisiki.



Sambært Hagstovu Føroya stavaði áleið 93,3% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum í 2023, frá útflutningi av fiski og fiskavørum.


Av samlaða útflutningsvirðinum stóð alifiskur, í 2023, fyri 45.59 % av virðinum av fiskavørum.


Sum sæst av talvuni hjá Hagstovu Føroya er gongdin týðulig. Alsamt størri partur av samlaða útflutningsvirðinum stavar frá alifisiki.


Heldur hendan gongdin fram kann hugsast at alivinnan, innan stutta tíð, kann standa fyri munandi størri parti av okkara samlaða útflutningsvirðið, í mun til okkara siðbundnu fiskivinnu.





Tað er helst heldur einki at ivast í, at enn eru ovurstórir menningarmøguleikar, ið enn ikki eru troyttir hjá alivinnuni t.d. djúpari/víðari alieindir og aling á opnum havi o.s.fr..


Hesir møguleikar kunnu økja um týdningin alivinnan hevur fyri landshúsarhald okkara enn meira.


Nú almennu útreiðslurnar vaksa við nógvari ferð og inntøkurnar ikki klára at fylgja við, ræður um hjá mynduleikum, at stimbra og skapa góðar karmar hjá bæði hjá alivinnuni og øðrum vinnum, at gera skilagóðar íløgur í víðari menning.



(Mynd 📸 FaroeDive)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo

Kelda: Faroe Dive

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page