FAROE DIVE | Seks mans stóðu endaligu royndina
Í gjárkvøldið stóðu seks mans endaligu royndina, sum slangukavarar. Slangukavarar eru vinnukavarar, ið hava møguleika at fáa luftveiting av vatnskorpuni, meðan kava verður. Hesir eru teir fyrstu, ið hava tikið hesa útbúgving í Føroyum. Prógvið gevur kavarunum millum annað møguleika, at loysa uppgávur sum aðrir "lættir" kavarar ikki hava loyvi, at loysa t.d. sveisa, brenna, bora, slípa, skera o.s.fr. Vinnukavaraskúlin í Føroyum, ið er tann norðasti í heiminum, hevur høvðusskrivstovu í Klaksvík.
(Mynd 📸 Faroe Dive / Á myndini eru næmingar, lærari og próvdómari eftir endaligu royndina. Frá vinstru er Janus Joensen, lærari, Bent Tommy Vang, Torkil Zachariassen, Vilhelm Hansen, Heri Mørkøre, próvdómari, Magni J. Hansen, Tummas Kjærbo og Johan Nilssen)
. Leiðslan og starvsfólk á Føroyska Vinnukavaraskúlanum ynskja kavarunum hjartaliga tillukku við prógvinum og bestu eydnu við kavingini.
Kundi tú hugsa tær at útbúgvi teg innan vinnukaving, so byrjar eitt grundskeið í vinnukaving á kavaraskúlanum 4.august.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments