FAROE DIVE | Nýtt! Bjargingarkavaraskeiði fyri kavarar í tilbúgvingini
Føroyska tilbúgvingin er í støðugari menning.

Føroyska tilbúgvingin er í støðugari menning.
Síðani 2012, tá nýgg tilbúgvingarlóg kom í gildið, hava føroysku tilbúgvingarnar verðuliga ment seg nógv innan fleiri økir.
Fleiri kommunal sløkkilið hava nú tikið druknivanlukkur við, í sínar lógarkravdu váðametingar. Týdningurin av at tilbúgvingin mennir førleikan innan átøk í samband við druknivannlukkur er eyðsýnur.
Síðani 2007 eru 20 fólk druknaði í Føroyum. Á flestu smærru sløkkiliðum er tíverri lítil og ongin átaksførleiki, í samband við druknivanlukkur.
Í vetur skipar føroyski vinnukavaraskúlin tí í samstarvi við Tórshavnar Sløkkilið fyri bjargingarkavaraskeiði fyri kavarum í tilbúgvingini.
Um tað eru sløkkilið, ið umhugsa at menna eina kavaratilbúgving eru hesi meir enn vælkomin, at seta seg í samband við leiðsluna á kavaraskúlanum..
Skálafjarðar Sløkkilið, Landsfelag Sløkkiliðsmanna, Runavíkar Kommuna, Tórshavnar Sløkkilið, Norðoya Bjargingarfelag,






(Myndir 📸 FaroeDive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments