FAROE DIVE | Kavarasjúka
Vinnukaving hevur ávísar vandar við sær, ið ein má taka hædd fyri tá kava verður. Ein av fleiri vandum er kavarasjúka. Kavarasjúka er tá Nitrogen setir ov skjótt úr krops-vevnaði og gerst til bløðrur. Serliga nervaskipanin og blóðrensl-skipanin eru sera útsettar, at fáa álvarsligan skaða av Nitrogen bløðrum (blóðproppar).
Sambært Norsku kavaratabellunum eru sannlíkindini fyri at fáa kavarasjúku, um kava verður eftir teimum tabellunum minni enn 5%. Um vit hugsa okkum, at tað verða avgreidd áleið 15.000 vinnukav um árið í Føroyum og sannlíkindini fyri kavarasjúku eru 3%, so merkir hetta at áleið 450 kav verða avgreidd har sannlíkindini eru sera stóra fyri at kavarar fáa kavarasjúku.
Tað gleðiliga er to, at um kavarar verða trýstsettir aftur innan 30 min. frá tí at teir koma upp ella vísa sjúkutekin, so eru sannlíkindini fyri at gerast frískur aftur áleið 90%. Longri tíð gongur frá sjúkutekin til viðgerð, jú meira skaða fær kroppurin hjá kavarinum.
Tí áleggur lóggávan innan vinnukaving, at trýstkamar skal vera á einum kavarastað har kava verður djúpari enn 30m og/ella um trýstlættingin í sjónum er longri enn 20 min.
(Myndir 📸 FaroeDive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios