FAROE DIVE | Gamli Nónhamar klárur at søkkja
Oliver Joensen, Jógvan Olsen og Kjartan Hansen hava gjørt gamla Nónhamar kláran at søkkja
Oliver stendur her, har gallan og messan var umborð
Umboð fyri myndugleikar hava verið umborð á Helenu og sýnað arbeiðið, sum hevur verið gjørt í fyrireikingunum til føroysku undirvatns- og sjóvinnu lundina í Klaksvík.
Gott og væl 70 tons av ymiskum burturkasti og øðrum tilfari, hava Jógvan Olsen, Oliver Joensen og Kjartan Hansen fingið upp úr skipinum.
Sýnið gekk sera væl. Umboð fyri mynduleikarnar vóru hugtikin av verkætlanini og stóra arbeiðinum, ið er lagt í at fáa skipið klárt at søkkja.
Vrakið verður nýtt bæði til frítíðar, og vinnuligt kavaravirksemi umframt at kavarar hjá almennu mynduleikunum hava møguleika at fremja ymisk sløk av venjing.
(Myndir 📸 FaroeDive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Yorumlar