top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAROE DIVE | MEINING - einki ið forðar okkum at gerast fremst í heiminum

Writer's picture: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Tað er einki at ivast í, at føroyska kavaravinnan kann gerast ein avgerðandi partur av undirstøðukervinum innan alingina, eisini tá alingin flytir seg longri útfrá landi.



Fyrr í dag legði Landstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum Høgni Hoydal, áhugaverda frágreiðing fyri Løgtingið.




Frágreiðingin er ein liður í einum aðalorðaskifti, um føroysku alivinnuna ið er á skránni hjá Løgtinginum.


Ein týðandi táttur í frágreiðingini snýr seg um, at ala longri út frá landi.


Endamálið við hesum er at geva alivinnuni størri vakstrar møguleikar og eisini at lætta trýsti á umhvørvið inni á firðunum.


Leiðslan á kavaraskúlanum saman við øðrum, vóru í novembur á fundi við landstýrismannin. Evnið ið varð viðgjørt var føroysk vinnukaving. Á fundinum varð greitt frá um føroyska vinnukaving og menningina av kavaraútbúgvingum eftir altjóða leisti. Eisini var týdningurin kavaravinnan hevur fyri aðrar vinnur lýstur, fyri landsstýrismanninum.


Tað er einki at ivast í, at føroyska kavaravinnan kann gerast ein avgerðandi partur av undirstøðukervinum innan alingina, eisini tá alingin flytir seg longri útfrá landi.


Um vit halda á at menna førleikar og royndir okkara, er einki ið forðar okkum at gerast fremst í heiminum á enn fleiri økjum. Koyr á  



(Mynd 📸 FaroeDive)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo

Kelda: Janus Joensen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Commenti


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page