FAROE DIVE | Bjargingarkavaraskeið
Hagtøl vísa, at vit missa 2-3 fólk árliga orsaka av drukning. Sløkkiliðini í Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn hava valt at hava bjargingarkavarar á liðnum, soleiðis at átøk kunnu avgreiðast í samband við møguligar vanlukkur, á sjónum.
Bjargingarkavarar avgreiða serliga uppgávur, í samband við bjarging og leiting í sjónum. Í novembur í fjør skipaði kavaraskúlin saman við Tórshavnar Sløkkilið fyri einum bjargingarkavaraskeiði.
Á filmsbrotinum síggja vit Martin, Høgna, Rógva og Andras venja mynstring, fyrireiking, framkoyring o.s.fr.
Dagin eftir at hesir sløkkiliðsmennirnir høvdu fingu prógv sum bjargingarkavarar, vóru boð eftir teimum frá tilbúgvingini at avgreiða eina leiting.
Hesa uppgávuna loystu teir, framúr væl og uttan nakað stórvegis hóvasták.
Ætlanin er at skipa fyri bjargingarkavaraskeiði aftur í vetur.
(Videobrot 📸 FaroeDive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #fuglafjordur #tórshavnarsløkkilið #klaksvik #sløkkilið #tilbúgving #faroedive
Fylg LinkedIn #'s:
Comments