Fara nú at taka ILA-rakta fiskin
ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrosti í Vági

(Mynd 📸 kvf.fo)
Nú verður fiskurin tikin upp undir serligum eftirliti, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Í sambandi við eina lúsateljing var ILA-virus staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrosti í Vági.
Í gjár kannaði djóralækni fiskin og staðfesti ILA í tveimum aliringum.
Innan tvær vikur skal laksurin í hesum báðum ringunum takast, og til tess at byrgja fyri, at smittan ikki breiðir seg, skal allur fiskurin takast í seinasta lagi um tveir mánaðir.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments