top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Equinor kunnar føroyskar fyritøkur um Rosebank

Olju-og gassleiðin er 15 kilometrar eystan fyri føroyska markið, og mett verður, at har eru 500 mió. tunnur av olju og gassi

Høvuðssætið hjá Equinor. (Mynd 📸 KVF.fo)

 

Í næstu viku koma umboð fyri norska orkufelagið Equinor til Føroya at vitja fyritøkur, sum kunnu gerast møguligir veitarar av vørum og tænastum til risastóru olju- og gassleiðina Rosebank nær við føroyska markið, skrivar Orkan.fo.


Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningartiltaki á Hotel Hilton Garden Inn týsdagin.  ​

Tað var 27. september í fjør, at bretskir myndugleikar góvu grønt ljós til at byggja út stóru olju- og gassleiðina Rosebank, sum liggur 15 kilometrar eystan fyri føroyska markið. Hendan leiðin er mett at goyma góðar 500 mió. tunnur av olju og gassi, og útbyggingin fer at kosta umleið 60 mia. kr. 

 

25 ár

Framleiðslan er mett at byrja longu í 2026-27 og fer at halda fram í 25 ár, skrivar orkan.fo.

Tað er Føroya Orkuídnaðarbólkur, Foib, og Sjóvinnufelagið, ið hava tikið stig til at fáa nøkur av oddafólkunum í Equinor í Bretlandi og Noregi at vitja í Føroyum, har høvi verður hjá føroyingum at hoyra meira um Rosebank-økið, sum liggur so nær føroyska markinum.

Nærindis Rosebank og føroyska markinum eru fleiri aðrar olju- og gasskeldur, sum møguliga eisini verða útbygdar til framleiðslu komandi árini, skrivar Orkan.fo.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page