Enn eitt nýtt skip í FAS
Í gjár varð kunngjørt at Vermland er skrásett í FAS, og í dag kunngerð FAS at Spiken er spildurnýtt skip í FAS

Spiken er spildurnýtt skip í FAS
Svenska Thunbolaget hevur aftur valt at skráseta ein nýbygningí FAS. Talan er um plug-in hybrid farmaskipið Spiken, sum er 2926 BT til støddar.
Hetta er sama slag av skipi sum Lidan, sum varð skrásett í FAS 30. september í ár.
Hybrid-skipanin er eitt battarí, sum minkar um brúkið av hjálpimotorum og minkar munandi um útlátið.
Hybrid-skipanin ger tað eisini møguligt at minka munandi um larm, tá skipið liggur við bryggju.
Skipið lastar 5.100 DWT.
FAS ynskja Spiken vælkomnum í FAS!

(Mynd / skríggjamynd 📸 Teyggjan.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments