top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

EIVIND | Nógvir tankar fóru ígjøgnum høvdið

Updated: Sep 27, 2021

- Eg visti, at einki skip er komið heilskapað av aftur Flesjunum, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen.

(Mynd 📸 Álvur Haraldsen)


Reiðarin á frystilínuskipinum Eivindi, sum í vikuni sigldi á Flesjarnar á Tangafirði, sat á skrivstovu síni og skifti orð við annan reiðara, tá hann fekk at vita, at skipið, hann er reiðari á, var endað á Flesjunum.

- Vit prátaðu vanligt prát, tá reiðarin spurdi, um eg ikki hevði hugt inn á netmiðlarnar og sæð, at Eivind stóð á Flesjunum. Tá eg sá myndina, fóru nógvir tankar ígjøgnum høvdið á mær, og eg hugsaði, at einki skip mær vitandi er komið heilskapað av aftur Flesjunum.

Hálvdan Gudmundsen vísir á, at á fyrstu myndunum, hann sá í miðlunum, sást ikki serliga væl, at skipið hevði lagt seg í bakborðssíðu.



Frystilínuskipið Eivind, sum í vikuni skuldi fara nýggjan túr til Eysturgrønlands, var á veg á Kollafjørð eftir agni og provianti, tá skipið í besta veðri sigldi seg fast á Flesjunum.

- Á pappírinum áttu vit ein heilan túr í Eysturgrønlandi, men við tað, at fiskiskapurin har hevur verið vánaligur, hildu vit, at einki var at skunda sær til. Um alt var, sum tað átti, hevði Eivind helst verið farin avstað antin týsdagin ella mikudagin í hesi vikuni.

Reiðarin ásannar, at royndirnar av Flesjunum eru ringar, og seinni hevur hann fingið at vitað, at einir 50 kneysar eru kring um Flesjarnar.

- Tá kavarar høvdu verið niðri og kannað umstøðurnar, varð greitt, at kjølurin stóð rímiliga væl fram eftir botninum, men at kneysar vóru til báðar síður - og onkustaðni so nær skipssíðuni, at kavari slapp ikki millum kneysa og skipssíðu.

Meðan Eivind stóð á Flesjunum, hevði Hálvdan Gudmundsen nógv samskifti við eitt nú MRCC, og hann var eisini nógv á stovninum í Havn.

- Eg vil siga, at tað skein ígjøgnum, at hesaferð skuldi ikki sama henda, sum hendi við russiska trolaranum, Olshanu, ið endaði á Flesjunum sama dag - nevniliga hin 2. august - fyri 14 árum síðan.


Oljan varð pumpað úr skipinum, og áðrenn farið varð í holt við at sleipa, vóru bæði pumpur og aggregat fingin umborð á skipið, um tað skuldi hent, at Eivind fór at leka, tá tað varð hálað avaftur.

Reiðarin rósar MRCC fyri dygdargott arbeiði og góðar útrokningar í samband við eitt nú stabilitet, tá klárt skuldi gerast til at hála.

- Skipið mátti hálast av aftur sama veg, sum tað hevði siglt seg fast, og eg eri sannførdur um, at hevði bakborðssíða borið við flúrarnar, sum stungu upp so nær skipssíðuni, høvdu teir skrætt síðuna á skipinum upp.

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: in.fo

Logo
Logo
Logo


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page