DENNIS HOLM | Nýskapan, virðisøking og meirvirking
Nýskapan, virðisøking og meirvirking innan fiskivinnuna eru týðandi tættir í framhaldandi menning av okkara samfelagi. Hetta eru eisini tættir, sum eru ovarliga á skránni í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum - og hava verið tað frá byrjanini í hesum valskeiðnum.
Møguleikarnar at fáa meiri burturúr fiskivinnuni eru sjálvsagt ómetaliga stórir - og hetta krevur eisini nýhugsan og at hugsað verður "uttan fyri boksina".
Júst hetta gjørdu tey eisini á Ísafjørðinum, tá tey í 2009, stovnaðu fyritøkuna Kerecis, sum framleiðir annarleiðis produktir úr fiski. Kerecis er mest kent fyri framleiðsluna av toskaskræðu til kunstiga húð, sum verður brúkt t.d. í sambandi við "ólekilig sár", diabetis, brannsár ella skotsár.
(Mynd 📸 Facebook/Dennis Holm)
Kerecis hevur verið í stórari menning seinastu árini og í farnu viku varð fyritøkan seld fyri umleið 9,5 milliardir krónur. Talan er um søguliga sølu í Íslandi, tí íverksetarafyritøkan á Ísafjørðinum er nú vorðin millum virðismestu fyritøkurnar í Íslandi.
Eg vitjaði hjá Kerecis í apríl 2019 í samband við arbeiðsfund hjá Nordatlantisk Tankesmie, har Dóra Hlín frá Keresic eisini var limur. Um sama mundi var fyritøkan farin á amerikanska marknaðin. Hetta hepnaðist væl og er eisini grundarlag undir at fyritøkan nú er seld fyri 9,5 milliardir krónur.
Møguleikarnir í fiskivinnuni eru ómetaliga stórir og eiga okur í Føroyum eisini at fáa meiri burturúr. Hetta krevur økt fokus á nýskapan, virðisøking og meirvirking - eitt fokus sum vinnan og landið í felag kunnu raðfesta enn hægri.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Dennis Holm á Facebook
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments