CENTREGO MARINE | Spennandi menning
Fyritøkan Centrego Marine er í spennandi menning í løtuni, og nýggir marknaðir eru við at latast upp.
(Mynd 📸 Centrego Marine)
Nú verður arbeitt við at nýggjum møguleika hjá fyritøkum at fáa umhvørvisligu loysnina hjá Centrego Marine. Talan er um subscription model – tilmeldingar leist.
Tað merkir at ístaðin fyri at keypa, ber nú til at leiga loysnina. Heldur enn at rinda fyri íløguna, ber so nú til at leiga útgerðina. Hetta inniber eisini eina royndartíð á 3 mánaðir.
- Júst hesin leisturin er sera áhugaverdur og hetta er ein sera góð loysn fyri kundan. Fyri okkum ger tað, at vit fáa møguleikan at náa enn fleiri kundar, sigur ein spentur Rúni Nielsen frá Centrego Marine.
Centrego Marine byrjaði sítt virksemi í 2021 og gongdin hevur verið stabil góð hesi árini. Áhugin úr útlondum er eisini vaksandi. Eitt nú úr Kanada.
Higartil er ein røð av føroyskum fyritøkum, ið hava roynt skipanina frá Centrego Marine, millum annað Sjógæti, Pelagos og Landingarmiðstøðin á Toftum, og afturmeldingarnar hava allar verði sera jaligar.
Centrego Marine veitir nútímans og umhvørvisvinarliga sóttreinsingar loysnir matvøruframleiðandi virkir og skip.
Les meira um Centrego Marine á www.centregomarine.com
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Blue Faroe Islands
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments