BLUE FAROE ISLANDS | Kjak og samrøður um olju 🎥 📺
- Eva Andrésen
- 26 minutes ago
- 2 min read
Orðaskifti var í Løgtinginum í vikuni um oljuleiting og skattaviðurskiftir í samband við at eggja oljufyritøkur at koma til Føroya at leita eftir olju.
Blue Faroe Islands vil í tí sambandi leggja nakrar samrøður út, sum áður eru gjørdar um júst hetta evnið.
BFI luttekur í kjakinum um oljuleiting, tí vit meta at evnið er aktuelt, og áhugavert er at tosa um í hvønn mun oljan og grøna orkuskiftið kunnu ganga hond í hond, ella um tey eru í andsøgn við hvønn annan.
Tríggjar tær fyrstu samrøðurnar eru millum Høgna Hoydal og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Sera góðar samrøður, og gott kjak, har tey fáa vent nógvum, og koma við ymsum sjónarmiðum. Nógv áhugavert verður umrøtt, millum annað útfrodringarnar við einum grønum orkuskifti, og hvussu alt ikki bert er svart og hvítt, tá ið tað kemur til umleggingina av einari meira umhvørvis vinarliga orkunýtslu. At vit hava enn tørv á olju, sum áður, men samstundis mugu vit hyggja frameftir til nýggjar orkukeldur. Sera áhugavert og gott kjak í øllum trimum pørtunum.
Síðani er samrøða millum Eyðdis Hartmann Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, har tær tosa um møguleikarnar við oljuvinnu, og hvussu man á bestan hátt rekur slíka vinnu í Føroyum.
Og tann nýggjasta samrøðan niðast er millum Ólav í Geil og Jan Muller, sum hevur verið á messu í London. Jan Muller er mitt í rokanum og prátinum um olju og gass leiting, og eisini um aðrar alternativar orkukeldur, og tí er altíð áhugavert at kanna temperaturin har.
ENJOY!: 👇🏻👇🏻
Sí video á YouTube
Sí video á YouTube
Sí video á YouTube
Sí video á YouTube
Sí video á YouTube
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BLUE FAROE ISLANDS
Fylg okkara Facebook #:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #Maskinmeistarafelagið #MF #Samrøða #BFISamrøða #PeturLarsen #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands #KSS #KlaksvíkarSleipistøð #StormFøroyar #Vikmar #AdventManagement #FaroeDive #CentregoMarine #Hiddenfjord #Varðin #Oilwind #KJHydraulik #Maersk #VarðinPelagic #FOÍB #TIGNIR
Fylg okkara LinkedIn #:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #Maskinmeistarafelagið #MF #Samrøða #BFISamrøða #PeturLarsen #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands #KSS #KlaksvíkarSleipistøð #StormFøroyar #Vikmar #AdventManagement #FaroeDive #CentregoMarine #Hiddenfjord #Varðin #Oilwind #KJHydraulik #Maersk #VarðinPelagic #FOÍB #TIGNIR
Comments