top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

BFI SAMRØÐA | Tórheðin J. Jensen, Innovatiónir og vitan grundað á royndir 🙂 Partur 3 - Útbúgving

Updated: Jul 15, 2022

Tórheðin Jónsveinsson Jensen, Doctor in Business Administration (DBA), leggur ritgerð sína fram, í samrøðu við Ólav í Geil, sum fevnir yvir fleiri partar. Hetta er triðji og síðsti partur, og hesuferð verður komið inná týdningin av útbúgving, og samanberingar verða gjørdar millum fiski- og alivinnuna í samband við tað. Roynt verður at svara spurninginum um útbúgving kann dríva vøkstur.


Ritgerðin kallast "Knowledge dynamics in two Faroese seafood clusters: Innovations in a highly tacit environment". Hon snýr seg í stuttum um vitanar-dynamikk í innovatiónum í fiski og alivinnuni í einum vinnuteyggju samanhangi.

Leinkja til video á YouTube, trýst her


Sí part 1 her

Sí part 2 her


Munurin á DBA og PhD kann í stutt lýsast, at ein PhD er ein granskingargrad fyri kandidatar, sum ynskja eina yrkisleið innan gransking ella tað akademiska, og høvuðskravið er at leggja afturat teoretiskari vitan. Ein DBA er ein doktaragrad sum - eins og PhD - skal leggja afturat teoretiskari vitan, men kandidaturin skal somuleiðis kunna vísa á, at granskingin hevur praktiskan relevans fyri vinnu.


Ritgerðin er ein nágreinilig stakkanning (case-study), sum inniheldur tvær stakkanningar, sum vera samanbornar, eitt fiskivinnufelag (Varðin) og ein alifyritøka (Hiddenfjord). Serligt fokus er á hvønn leiklut praktisk vitan (tacit knowledge) hevur í innovatiónunum, sum hava funnið stað, og hvønn leiklut aðrar fyritøkur í vinnuteyggjuni hava í innovatiónunum, harnæst útlendskar fyritøkur. Somuleiðis, hvat slag av innovatiónum henda, tá praktisk vitan spælir størsta leiklutin, samanborðið við tá meira av teoretiskari vitan er íblandað. (Kelda: www.gransking.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Logo
Logo
Logo


Fylg okkara Facebook #:

Fylg okkara LinkedIn #:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page