BFI SAMRØÐA | Tórheðin J. Jensen, Innovatiónir og vitan grundað á royndir 🙂 Partur 1 av 2
Updated: Jun 1, 2022
Tórheðin Jónsveinsson Jensen varð, sum tann fyrsti í Føroyum, útnevndur Doctor in Business Administration (DBA) í Juni 2021, eftir at hava vart doktararitgerð sína á Henley Business School, sum hoyrir til Reading University.
Ritgerðin kallast "Knowledge dynamics in two Faroese seafood clusters: Innovations in a highly tacit environment". Hon snýr seg í stuttum um vitanar-dynamikk í innovatiónum í fiski og alivinnuni í einum vinnuteyggju samanhangi.
Í samrøðuni við Ólav í Geil, sum verður í fleiri pørtum, kemur Tórheðin at leggja ritgerðina fram, og teir báðir fara at hava eitt prát út frá henni. Í hesum fyrsta partinum fara vit at hoyra eina yvirorðnaða innleiðslu og samanbering av fiski- og alivinnuni.
Leinkja til video á YouTube, trýst her
Munurin á DBA og PhD kann í stutt lýsast, at ein PhD er ein granskingargrad fyri kandidatar, sum ynskja eina yrkisleið innan gransking ella tað akademiska, og høvuðskravið er at leggja afturat teoretiskari vitan. Ein DBA er ein doktaragrad sum - eins og PhD - skal leggja afturat teoretiskari vitan, men kandidaturin skal somuleiðis kunna vísa á, at granskingin hevur praktiskan relevans fyri vinnu.
Ritgerðin er ein nágreinilig stakkanning (case-study), sum inniheldur tvær stakkanningar, sum vera samanbornar, eitt fiskivinnufelag (Varðin) og ein alifyritøka (Hiddenfjord). Serligt fokus er á hvønn leiklut praktisk vitan (tacit knowledge) hevur í innovatiónunum, sum hava funnið stað, og hvønn leiklut aðrar fyritøkur í vinnuteyggjuni hava í innovatiónunum, harnæst útlendskar fyritøkur. Somuleiðis, hvat slag av innovatiónum henda, tá praktisk vitan spælir størsta leiklutin, samanborðið við tá meira av teoretiskari vitan er íblandað. (Kelda: www.gransking.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BLUE FAROE ISLANDS
Fylg okkara Facebook #:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #TvøroyrarHavn #Maskinmeistarafelagið #MF #Samrøða #BFISamrøða #PeturLarsen #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands #KSS #KlaksvíkarSleipistøð #StormFøroyar #Vikmar #AdventManagement #FaroeDive #CentregoMarine #Hiddenfjord #varðin
Fylg okkara LinkedIn #:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #TvøroyrarHavn #Maskinmeistarafelagið #MF #Samrøða #BFISamrøða #PeturLarsen #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands #KSS #KlaksvíkarSleipistøð #StormFøroyar #Vikmar #AdventManagement #FaroeDive #CentregoMarine #Hiddenfjord #varðin
Kommentare