top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BERGFROST | Missa nógv meira enn Landsstýrið segði

Writer: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Fyritøkan Bergfrost í Fuglafirði er ein tænastuveitari, sum hevur mist sera nógv av tiltøkunum ímóti Russlandi, og er stúrin um at missa uppaftur meira. Stjórin, Símin Pauli Sivertsen, hevði eina gjølliga og greiða framløgu í Ribarhúsi í júst farnu viku, og vísti við tølum á skeivu gongdina.

Símin Pauli brúkar samanberingina at um hann hevði eina bensinstøð har 350.000 bilar koyrdi framvið - tað gevur grundarlag fyri vinnu. Tað sum landsstýrið hevur gjørt er at leggja vegin rundan um bensinstøðina, so nú koyra ongir bilar framvið! (Mynd 📸 Norðlýsið)

- ““Exit Russland” kemur at raka frystigoymslur, havnir, tænastuveitarar o.a. Og nú er eisini stórur vandi fyri at vit missa russiska marknaðin”, segði stjórin millum annað í framløguni.

“Landsstýrið hevur hert avmarkandi tiltøkini móti Russlandi. Hetta verður gjørt við at víðka avmarkingarnar fyri atgongdina hjá russiskum fiskiskipum til føroyskar havnir. Tað ber í sær, at havnirnar verða stongdar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland. Harvið verða tað bara fiskiskip við ørindum, ið eru beinleiðis knýtt at virksemi í føroyskum sjógvi, sum sleppa í føroyska havn.


Meðan tey eru í føroyskari havn kunnu hesi fiskiskip um- og uppskipa, umframt at tey kunnu proviantera, skifta og bunkra í Føroyum. Í hesum sambandi eru broytingar lýstar í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.”

- “Í 2022 komu 27 russisk skip 161 ferðir í føroyskar havnir. Tað svarar umleið eitt skip annan hvønn dag. Tá eru fraktskip ikki tald við, og eiheldur skip, sum flyta millum havnir.


Metingarnar hjá Landsstýrinum um bert 60% minking hava víst seg ikki at halda, tí meðan 200.380 tons vórðu lossað í 2021 eru einans 318 tons (!) lossað eftir havnarstongsulin hin

12. juli. Minkingin er tí so gott sum 100%”.

Landsstýrið segði, at minkingin “einans” fór at verða 60%, og um tann metingin helt stikk, vórðu umleið 80.000 tons lossað. Men talið er nógv lægri, kom fram í framløguni. Hvat merkir hetta so í krónum og oyrum? Sambært framløguni hjá Bergfrost keyptu russarar vørur og tænastur fyri 439.658.977 krónur í Føroyum. Her er talan um trol, olju, smyrjiolju, lossing, flogferðir, taxakoyring, busskoyring, umvælingar hjá KJ, KSS, MEST og aðrastaðni, brúgva- og havnargjøld, agency-feløg, proviant og mangt annað. Føroyar keypa so gott sum ongar tænastur úr Russlandi, so vit hava at kalla ongar samsvarandi útreiðslur fyri hesar inntøkurnar.

Av øðrum skipum enn føroyskum og russiskum er tað bert ein viðfáningur, ið kemur til Føroya. Í 2022 komu einans 7 skip til Føroya, tilsamans 22 ferðir, og tað var eitt íslendskt og 6 grønlendsk skip. Íslendsk skip brúka føroyskar havnir minst møguligt. Skip úr Skandinavia eru at kalla ongantíð í føroyskari havn, og stjórin á Bergfrosti sigur, at vit ikki skulu rokna við fleiri grønlendskum skipum.

350.000 tons av frystari útlendskari vøru er horvin sum døgg fyri sól, og Bergfrost Cold Store stendur eftir við einum risastórum goymslukapaciteti, sum ikki verður gagnnýttur. Tómu havnarløgini vísa somu mynd. Avleiðingarnar av “Exit Russland”-strategiini eru nógv verri enn spátt, og tað er ómetaliga ringt at síggja, at nakað annað kemur í staðin. Ongi tekin eru um tað.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: Norðlýsið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page