BARNA- og ÚTBÚGVINGARMÁLARÁÐIÐ | Læra til dekkara uppá styttri tíð
Arbeiðsbólkur hevur handað tilmæli til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um at endurskoða skipsatstøðisútbúgvingina á Sjónámi í Klaksvík.
Vinnan hevur leingi eftirspurt ein styttri leist til at gerast fulltikin dekkari umborð á handilsskipi, tí stórur tørvur er á fleiri føroyingum umborð. Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin á vetri 2023 arbeiðsbólk at endurskoða verandi útbúgving.
Arbeiðsbólkurin tilmælir, at verandi skipsatstøðisútbúgving verður skipað í modulir, har tað fer at bera til at taka dekkarapartin og motorpartin fyri seg. Tilmælt verður, at fyrstu lestrarmodulini hugsavna seg um fakliga innihaldið til dekkara soleiðis, at tað fer at bera til at avgreiða skúlapartin til dekkara eftir sløkum hálvum ári og ikki sum áður, har tað hevur verið neyðugt at gingið í skúla í 1 ár fyri at fáa skúlagongdina til dekkara.
Harumframt stendur greitt, at fleiri, ið hava drúgvar royndir á sjónum, skulu førleikametast á økinum og verður tilmælt, at hesi kunnu taka dekkarapartin við at taka 1 skúlamodul.
Um hetta verður sett í verk, fer at bera til at taka útbúgving sum dekkari fyrst og síðani halda fram til skipsatstøðara, um ein ynskir tað.
Tilmælið kann lesast her.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Barna- og Útbúgvingarmálaráðið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments