top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

BARNA- og ÚTBÚGVINGARMÁLARÁÐIÐ | Dekkaraútbúgving uppá styttri tíð

Nú ber til at taka skúlapartin til fulltiknan dekkara eftir bert 4 mánaðum. Hevur ein 3 ára siglingstíð, harav 18 mánaðir eru við handilsskipi, ber til at taka útbúgvingina eftir bert 2 mánaðum




Stórur tørvur hevur verið á einum smidligari og styttri skúlaleisti at gerast dekkari umborð á føroyskum handilsskipum, og hevur hetta leingi verið eftirspurt í vinnuni.


Útbúgvingin er nú lýst í kunngerð, ið Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur lýst.


Stóri fyrimunurin er, at tú kanst taka skúlapartin til fulltiknan dekkara eftir bert 4 mánaðum. Hevur tú 3 ára siglingstíð, harav 18 mánaðir eru við handilsskipi, ber til at taka útbúgvingina eftir bert 2 mánaðum. Útbúgvingin verður boðin út á Sjónámi í Klaksvík.


Útbúgvingin er úrslit av tilmæli, ið arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum í juni 2024.


Arbeiðið snúði seg um at endurskoða skipsatstøðingsútbúgvingina, og í hesum sambandi tilmældi arbeiðsbólkurin at seta á stovn eina styttri dekkaraútbúgving, ið eisini kann brúkast sum fyrsti partur av skipsatstøðisútbúgvingini.


Arbeiðsbólkurin hevði umboðan frá vinnuni, fakfeløgum, Sjónámi, Sjóvinnustýrinum, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Undirvísingarstýrinum.


Landsstýrismaðurin fegnast um góða stevið í hesum arbeiði, og at ymisku partarnir á henda hátt kundu loysa hesa uppgávu í felag til gagn fyri bæði vinnulívið.


(Mynd 📸 bumr.fo)


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Barna- og Útbúgvingarmálaráðið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page