BAKKAFROST | Vandi fyri, at 400 fólk missa starvið
Updated: Sep 19, 2023
Síðani tøkugjøldini vóru broytt, er virkið á Glyvrum ikki longur kappingarført.
(Mynd 📸 KVF)
Nýggju tøkugjøldini taka grundarlagið undan virkseminum hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
Ivasamt er um tey 300-400 fólkini á virkinum hava nakað arbeiði eftir 1. januar, sigur stjórin á Bakkafrosti.
Regin Jacobsen sigur, at síðani tøkugjøldini vórðu broytt, er virkið á Glyvrum ikki longur kappingarført. Verður givist at góðska, eru framvegis góðir møguleikar at selja laks heilsan. Regin Jacobsen sigur, at hann harmast støðuna.
Í síðstu viku spurdi Kringvarpið Høgna Hoydal, landsstýrismann, um hann fer at broyta tøkugjøldini aftur. Hann bar seg undan at svara tá. Í dag hava vit skrivað og ringt til landsstýrismannin, men tað lá ikki fyri at gera samrøðu.Hann skrivar tó, at málið verður viðgjørt politiskt í løtuni.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários