top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

BAKKAFROST | Sigur 140 fólkum úr starvi

Talan er bæði um føroyingar og útlendingar, sigur Regin Jacobsen, forstjóri, sum vísir á, at fortreytirnar eru broyttar, serliga síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt

(Mynd 📸 Kvf.fo)


Bakkafrost sigur 140 fólkum úr starvi, tað boðar fyritøkan frá seinnapartin.

Í morgin sigur Bakkafrost 140 starvsfólk úr starvi, tað boðar alifyritøkan frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Orsøkin er, at færri langtíðarsáttmálar eru gjørdir fyri næsta ár, og tí verður tørvur á færri starvsfólkum at framleiða meirvirkaðar vørur úr laksi í 2024.

Bakkafrost sigur, at starvsfólkini varðveita tó arbeiðið árið út.

Í tíðindaskrivinum vísir Bakkafrost á, at arbeiðið við langtíðarsáttmálum er komið so langt ávegis, at í morgun hevur samtakið boðað keypsskálanum frá, hvussu nógv er bundið higartil í sáttmálum fyri komandi árið. Hetta talið er 9% í mun til 22% í fjør, sum merkir, at minni enn helvtin er bundið í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Í tíðindaskrivinum sigur Regin Jacobsen, forstjóri, millum annað. - Vit høvdu vónað, at vit fingu nóg nógvar langtíðarsáttmálar, so vit kundu varðveita øll starvsfólkini, men fortreytirnar eru broyttar, serliga síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt. Vit høvdu eisini vónað, at politiskar broytingar vórðu gjørdar, men hetta bar tíverri ikki á mál.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: kvf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page