BAKKAFROST | Partabrævavirðir fyri 3,2 milliardir krónur eru burtur
Sunnukvøldið, tá ið Bakkafrost boðaði frá einum negativum úrsliti fyri ársins seinna kvartal, var tað ikki tí, at tað var virksemi í Skotlandi, sum hálaði niður. Trupulleikarnir vóru á heimabana.
(Mynd 📸 Portal.fo)
Fyritøkan kunngjørdi lágar slaktivektir og yvirdeyðiligheit í føroyska laksinum, sum søguliga hevur verði eitt satt gullnám fyri Bakkafrost.
- hetta hevur ávirkað søluprísin og hækkað framleiðslukostnaðin, skrivar Pareto Securities í einari dagføring til sínar kundar mánadagin.
Meklarafyritøkan hevur eitt Hold-viðmæli og ein kurs á 447 danskar krónur í Bakkafrost.
Partabrævavirðið hjá Bakkafrost er lækkað við heili 15,3 prosentum.
Tað svarar til eina minking á 3,8 milliardir krónur. Hetta merkir at øll framgongdin hingartil í ár, er viskað burt.
Marknaðarvirðið hjá Bakkafrost er kortini 21,13 milliardir krónur.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: ilaks.no
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments