top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

ATLANTIC FAIR | Spennandi fyrilestrar á skrá í dag

Updated: May 29

Á Atlantic Fair sum letur upp í dag, verða fleiri spennandi og viðkomandi fyrilestrar.

(Mynd 📸 Myndir frá Fair.fo)


Í dag eru 5 áhugaverdir fyrilestrar á skránni á ársins Atlantic Fair. Messan letur upp í dag og tann fyrsti fyrilesturin er í dag kl 11.30.



Týsdag 28. mai, klokkan 11.30

NIELS WINTHER, VINNUHÚSIÐ

Mál: Føroyskt

BETRI MARKNAÐARATGONGD – EIN BÝUR Í KINA?

Í framløguni fer Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, serliga at greiða frá um úrslitini frá feskari kanning um marknaðaratgongd, sum Vinnuhúsið hevur gjørt. Eisini verður marknaðaratgongdin fyri føroyskar fiskavørur samanborin við ta atgongd, sum okkara kappingarneytar hava til ymiskar marknaðir. Komið verður eisini inn á tørvin á fleiri tvískattaavtalum við onnur lond.




HANS JOHANNES Á BRÚGV, SJÓVINNUSTÝRIÐ

Mál: Føroyskt

ERU FØROYAR EIN SJÓVINNUTJÓÐ UM 20 ÁR?

Føroyar á veg burtur frá 100 ára gomlu maritimu førleikunum.



Týsdag 28. mai, klokkan 14.00

BJØRN KUNOY, FRÓÐSKAPARSETRIÐ / UTTANRÍKISRÁÐIÐ

Mál: Føroyskt

“LANDGRUNNUR FØROYA – RÆTTINDI FØROYA OG FRAMTÍÐAR LANDGRUNSMØRK FØROYA”

Í 2019 vórðu marknasáttmálar gjørdir við ávikavist Noreg og Ísland viðvíkjandi landgrunsøki ytrumegin 200 fj. linjuna norðan fyri Føroyar. Við hesum sáttmálum løgdust 27.000 fer kilometrar afturat landgrunni Føroya. Harvið hava Føroyar fingið tryggjað ekslusiv rættindi at troyta øll ráevni á landgrunninum, heruppií møgulig sjáldsom steinsløg, sum í dag verða mett sera týdningarmikil til tess at tryggja grøna orkuskiftið.

Føroyar hava somuleiðis landgrunskrav til stórt øki sunnan fyri Føroyar, t.e. Føroya-Rockall Háslættan. Talan er um eitt krav omanfyri 600.000 fer kilometrar. Hetta krav varð latið til landgrunsnevnd Sameindu Tjóðir í 2010, men kravið er enn ikki viðgjørt. Somuleiðis hava grannalond Føroya umskarandi krøv. Nakrir leikir eru enn eftir, áðrenn Føroyar kunnu útinna rættindi okkara í økinum, men arbeitt verður støðugt við hesum.



Týsdag 28. mai, klokkan 14.30

UNI ÁRTING OG HERI ZISKA, JARÐFEINGI

Mál: Føroyskt

HAVBOTNSMINERAL Á FØROYSKA LANDGRUNNINUM

Nógvar jarðvísindaligar kanningar eru gjørdar á føroyska landgrunninum. Felags fyri hesar kanningar er,  at tær í stóran mun hava havt til endamál at kanna djúpu jarðfrøðina, einamest í samband við  kolvetnisleiting og  krav Føroya til landgrunnin uttan fyri 200 fj. Í samband við fleiri av hesum kanningum eru eisini sokallaðar grab-royndir tiknar av havbotninum, og í hesum royndum eru eisini havbotnsmineral at finna.

Havbotnsmineral eru mineral, ið  útfella á havsins botni, serliga har lítið er til av sedimentum, har, ið havbotnurin er harður, og har hallið er høgt. Tað finnast ymisk sløg av havbotnsmineralum, millum annað jarn-manganskorpur (Fe-Mn crusts), jarn-mangannodulir (Fe-Mn nodules), SMS (seafloor massive sulfides). Felags fyri hesi mineral er, at tey innihalda eina røð av kritiskum metalgrundevnum (polymetallisk), ið fyri stóran mun verða nýtt til at framleiða eitt nú battarí og el-drivin framleiðslutól, ið eru partur av grønu umstillingini , umframt at tey eru týdningarmikil partur í framleiðslu av há-tøkni. Tað er stórur eftirspurningur eftir hesum mineralum í dag, og hetta hevur fingið norsku myndugleikarnar at loyva leiting eftir hesum mineralum á norska landgrunninum.

Prøvarnir á føroyska landgrunninum hava víst, at bæði jarn-manganskorpur og jarn-mangannodulir eru at finna, og kanningar á djúpum vatni hava eisini víst á økir, har umstøðurnar til at finna serliga jarn-mangskorpur, men møguliga eisini SMS. Nærri kanningar krevjast tó til at staðfesta, hvussu stór økir og um tað veruliga eru skorpur á staðnum, og harvið hvussu stórar mongdir av mineralum talan er um.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Fair.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page