top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

ATLANTIC FAIR | Fullteknað í 2024

Altjóða sjóvinnuframsýningin Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 28. til 30. mai komandi ár, boðar frá, sjey mánaðir undan messuni, at alt framsýningsøkið er bílagt. Hetta er væl fyrr enn til undanfarnar messur, og merkja vit eisini ein størri áhuga frá útlendskum fyritøkum, bæði fyri Føroyum og føroyskari vinnu.

Hetta verður 11. ferðin, at messan verður hildin, og 7. ferð hon er í Klaksvík. Fyrstu ferð messan varð hildin var í 2001, og hevur hon verið eitt afturvendandi tiltak annað hvørt ár, við nøkrum fáum undantøkum, eitt nú tá corona gjørdi um seg í 2021.

Umframt sjálva framsýningina verða eisini viðkomandi fyrilestrar á messuni. Á messuni í 2022 luttóku 195 framsýnarar úr 20 ymiskum londum og 4.500 vitjandi teir tríggjar dagarnar messan var opin.

(Mynd 📸 Atlantic Fair)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Atlantic Fair

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page