top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

ÁRSINS SKIP 2024 | SJÓBORG

Writer's picture: Eva AndrésenEva Andrésen

Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2024, og vinnarin gjørdist hjá Skansi Offshore.


KONGSBORG, eisini hjá Skansi Offshore, gjørdist nummar 2, meðan BRÚARFOSS hjá Eimskip fekk triðja pláss.


Sjóborg hevur verið í topp 3 seinastu trý árini og tók í ár fremsta pláss. Hetta ber boð um eitt støðugt høgt góðskustøði hjá bæði manning og reiðaríi. Við bæði fyrsta og øðrum plássi í kappingini prógvar Skansi Offshore seg sum eitt væl rikið reiðarí.


Hvítilisti hjá Paris MoU hevur avgerandi týdning fyri bæði FAS og føroyska kappingarførið. Tí fegnast vit um, at manningar og reiðarí leggja stóra orku í at reka skipini trygt og væl.

Átakið “Ársins skip” hjá Sjóvinnustýrinum hevur til endamáls at eggja til fullfíggjaðar mannagongdir og góða atferð umborð, samstundis sum vit vilja viðurkenna tey, ið gera eitt framúr gott arbeiði.


Vinnarin verður heiðraður við heiðursbrævi og almennum tíðindaskrivi.


Ársins skip er tað skipið, sum kann vísa á besta rakstrarúrslitið í árinum, sum fór. 


Rakstrarúrslitið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini. Eftirlit við null feilum verða tald og lønt soleiðis:


– Víðkað eftirlit – 3 stig (expanded)– Meira nágreiniligt eftirlit – 2 stig (More Detailed Inspection)– Innleiðandi eftirlit – 1 stig (Initial)


Skip yvir 500 BT, sum ikki eru kannaði í Paris MoU-øki, men sigla í Paris MoU øki, hava áður fingið 3 stig árliga. Frá í ár fáa hesi skip í staðin 1 stig, sum samsvarar við eitt innleiðandi eftirlit (initial).


Um fleiri skip hava somu avrik í omanfyristandandi, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.

Hetta er 11. ferð, at Sjóvinnustýrið velur Ársins skip.


  • Sjóborg (2024)

  • Svitzer Hymer (2023, 2022)

  • Hav Nes (2021)

  • Vinga Safir (2019)

  • Fure Ferder (2018)

  • Fure Nord (2017, 2016)

  • Northern Ocean (2015)

  • Norrøna (2014)

  • Nordjarl (2013)


Sjóvinnustýrið ynskir manning og reiðaríi hjartaliga til lukku við heiðrinum.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page