Arbeiðs- og brunaeftirlitið | Tilbúgvingarátøk í samband við USS Albany.
Ongin geisling bleiv staðfest í sambandi við vitjanina hjá USS Albany.

(Mynd 📸 Fisk.fo)
Í døgunum 12-17. juli hevur amerikanski kavbáturin USS Albany (SSN-753) vitjað í Føroyum og ligið við bryggju á Oyrareingjum.
USS Albany er ein kjarnorkurikin kavbátur í Los Angeles flokkinum, við einari framleiðslumegi á 165 MW. Manningin telur áleið 110 sjófólk.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Vørn samstarvaðu um serligu tilbúgvingarátøkini í sambandi við vitjanina.
Vørn tók ímóti USS Albany við vaktar- og bjargingarskipinum ‘Tjaldrið’, tá kavbáturin kom inn í føroyskt sjóumveldi og fylgdi honum inn til havnina á Oyrareingjum. Undir vitjanini á Oyrareingjum lá Tjaldrið á Kollafirði. Tá vitjanin var liðug, fylgdi Tjaldrið USS Albany út aftur úr føroyskum sjóumveldi
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði støðugt eftirlit við geisling, meðan USS Albany sigldi í føroyskum sjóumveldi og lá við bryggju á Oyrareingjum. Eftirlitið bleiv framt við geislamátiútgerð í økinum kring havnina á Oyrareingjum, við dagligum mátitúrum við serútgjørdum geislamátibili og við at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði starvsfólk við geislamátiútgerð umborð á Tjaldrinum undir sigling.
Í samstarvið við Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Vørn vóru regluligar vatnroyndir harumframt tiknar í firðinum.
Ongin geisling bleiv staðfest í sambandi við vitjanina hjá USS Albany.





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi #Arbeiðs-ogbrunaeftirlitið #vørn
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi #Arbeiðs-ogbrunaeftirlitið #vørn
Comments