top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

ANTARES | - um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini” (partur 1)

Updated: Jun 30

Lesa tit hesar reglurnar, ja, so hava tit gjørt meira fyri at seta tykkum inn í, hvussu ymsu skipanirnar virka, enn samlaða politiska skipanin. 


Undrandi gangi eg (1 partur).

- um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini”

Martin Joensen hevur yrkt ein sera vakran sang, sum eitur “Kanska Í Dag”. Har er eitt ørindi, sum ljóðar:


Alt er so kvirt í dag,–

valla eitt ljóð.

Hómast sum skuggar fólk,

kámast so burt.


Hetta vakra ørindið fær meg at hugsa um Føroyar og framtíðina. Og tá er tað ikki ein vøkur mynd - men ein døpur.  


Tí vit hava í dag eina dynamiska arbeiðsmegi, sum ger sítt ítasta bæði á sjógvi og landi, burturi í londum sum heima. Men nú bendir alt á, at dynamikkurin fer at hvørva.


Flytføra arbeiðsmegin er farin at pakka saman, og tá verður landið bæði veikari og fátækari.


Fíggjarmálaráðið hevur nevniliga gjørt eina skattaumlegging, har tey hava tikið frá nøkrum og givið øðrum. Eisini teimum, sum ikki hava nakað eyka fyri neyðini. 


Landsstýrið vildi fáa meira í landskassan, og fyri at náa málinum fóru tey eftir føroysku sjómonnunum og teimum, sum sigla ella arbeiða burturi í heimi.


Tað er torskilt, sigst, at seta seg inn í ymsu skipanirnar, sum føroyska arbeiðsmegin virkar undir. Men lesa tit hesar reglurnar, ja, so hava tit gjørt meira fyri at seta tykkum inn í, hvussu ymsu skipanirnar virka, enn samlaða politiska skipanin. 


Trupulleikin er, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki sett seg inn í, hvussu ymsu skipanirnar eru. Vit hava jú bæði DIS, DAS, FS, FAS, NIS, NOR, teir, sum sigla undir altjóða sáttmálum og so tey, sum starvast á landi í øðrum londum. Har er talan um jarðarmøður, elektrikkarar, maskinsmiðir, kt-fólk, byggiteknikkarar o.s.fr


DIS

Umsitingin í Fíggjarmálaráðnum hevur sagt Ruth Vang, at til ber at fara eftir øllum, sum arbeiða uttanlands, uttan tey undir DIS og FAS. 


Taka vit fyrst DIS, so ber ikki til at fara eftir teimum. Tá ið skipanin var stovnað millum Føroyar og Danmark, var vatntætt skott sett ímillum. Hýran er nevniliga nettoløn, so har kunnu føroyskir myndugleikar ikki pilka við skattin. Tá ið Atli Dam gjørdi avtaluna um DIS við danir, fekk hann eina greiða avtalu um, at tað, sum annars hevði svarað til skattin, skuldi leggjast omaná blokkin, so føroyska samfelagið einki skuldi missa.


Fyrsti trupulleikin har er, at danska skattaendurrindanin fór í stórapott og endaði - har meginparturin av blokkinum endar – í Havn.


Næsti trupulleikin er, at nú tey skerja blokkin, eru øgilig níst, tí pengar mangla í.


Tá ið eg segði hetta við Hoydal, svaraði hann, at hann er greiður yvir hetta, men hann helt, at pengarnir skulu finnast her heima. Og tað er eitt erligt sjónarmið. Tað sær bara út til, at tað verða sjómenninir, sum nú skulu kompensera fyri vantandi blokkpengarnar. Og tað veit eg ikki, um Høgni Hoydal hevði ímyndað sær.  


Magni Skaale, formaður 





(Mynd 📸 Av Magna Skaal: antares.fo - av Ruth Vang framsokn.fo )


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

留言


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page