ANTARES | Lítið fólk á aðalfundi
Aðalundurin hjá Áhugafelagnum Antaris var lýstur at byrja fyrrapartin mánadagin 4. apríl 2022 kl. 10:00 í hølunum hjá Tórshavnar bátafelag.
Andrias Poulsen varð skotin upp at verða fundarstjóri, og tað varð einmælt samtykt.
12 limir vóru møttir, og sostatt var fundurin ikki viðtøkuførur. Nneyðugt var við eykaaðalfundi. Upprunafundurin varð niðurlagdur, og eykaaðalfundur lýstur at byrja beint eftir niðurlagda fundin.
(Mynd 📸 Antares.fo / Aðalfundurin hjá áhugafelagnum varð hildin í hølunum hjá Bátafelagnum í Havn.)
Formaðurin í Antares, Dánjal Jákup Meinertsson, legði fram formansfrágreiðingina, og av tí at hann hevði boðað frá, at hann fór at leggja frá sær, varð formansfrágreiðingin afturlítandi.
Eftir formansfrágreiðingina var framløga av ársroknskapi. Dánjal Jákup Meinertsson legði roknskapin fram vegna Petur Mohr, sum var burturstaddur.
Roknskapurin var einmælt samtyktur.
Samtykt varð, at limagjaldið framhaldandi skal vera 300 krónur um árið. Nevndarsamsýningin varð samtykt at verða tann sama, sum undanfarin ár.
Nevndarval: Dánjal Jákup Meinertsson og Petur Mohr stóðu fyri vali. Petur Mohr varð afturvaldur, og Dánjal Jákup Meinertsson stillaði ikki uppaftur.
Hanus D. Højgaard og Jan Matras vóru nývaldur eykalimir. Pól Jákup Larsen, sum var eykalimur, kom í nevndina.
Nevndin skipar seg sjálv.
Grannskoðarafelagið Spekt varð afturvalt sum grannskoðari / bókhaldari felagsins.
Viðmerking frá grannskoðara: Mannagongdir at rinda rokningar ella gera flytingar skulu broytast. Nevndin arbeiðir víðari við, hvussu hetta verður gjørt í praksis.
Ymiskt
Undir ”ymiskt” varð ført fram, at Antares kanska kundi kunnað meira um frádráttir og annað.
Boðað varð frá, at hølini hjá Bátafelagnum kunnu nýtast til kaffi hvønn fríggjamorgun, um áhugi er fyri tí.
Tað kom eisini fram á fundinum, at fleiri ynskja eitt kjakforum á Facebook- síðuni hjá felagnum. Hetta kannar nevndin nærri.
Nýggja nevndin í Antares hevur ikki skipað seg enn.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments