top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

ANTARES | Embætismannaveldið og skattaumskipanin

Ruth er væl stuðlað av ma Vinnuhúsinum, sum blívur við at júka upp í saman, at her er bara at koma heim. Ovmikið av vælløntum størvum, og Vinnuhúsið sigur eisini, at tey eru avgjørt kappingarfør í løn. Men passar tað?


Í Tingakrossi 19 mai 1915 var ein vísa, nevnd “Falkaríman”, hendan var um embætismannaveldið, og hvussu embætisfólkini kundu hóreiggja sær sum teimum lystir. Seinasta ørindi ljóðar:


Seks túsund at spandera fyri embætismannavald


Tað líkist skili í Føroyum, sum fyrr er frá sagt


Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er


Men sína makt at lívga, tá einki óført er


Sambært Ruth Vang, so “fattes riget penger”, og hyggjuráðini frá umsitingini eru at fara eftir pengunum frá einum ávísum samfelagsbólki.


Ruth er væl stuðlað av ma Vinnuhúsinum, sum blívur við at júka upp í saman, at her er bara at koma heim. Ovmikið av vælløntum størvum, og Vinnuhúsið sigur eisini, at tey eru avgjørt kappingarfør í løn. Men passar tað?


Landið lá lamið í vikuvís fyrr í ár, tí Vinnuhúsið ikki vildi lata eina løn, sum so dánt ber til at liva av, um húsini eru útgoldin – so kappingarfør løn? Nei.


Tá avleiðingarnar av fíggjarkreppuni merktust av álvara, fóru føroyingar í hópatalið av landinum at arbeiða. Aðrir møguleikar vóru ikki. Síðani tá er vend komin í her heima, og fólk koma aftur at arbeiða. Ikki líka brádliga, sum tá tey vóru noydd at finna sær vinnumøguleikar aðrastaðni, men spakuliga, so hvørt sum størvini, sum hóska til teirra útbúgvingar og royndir, eru at fáa her heima. Vit hava longu sæð hógvarnar á Vinnuhúsinum stinga undan, og vit kunnu tí rokna við, at tá vinnuhúsið hevur stórt yvirskot av fólki, so fer lønin ikki upp í bræði. Lønin her heima er so fræg, sum hon er, at føroysku fyritøkurnar mugu strekkja seg útum lønarkarmin fyri at fáa fólk. Sáttmálalønin er ikki at liva av.


Niðanfyri, sæst hvussu brádliga fólk máttu fara av landinum at finna sær arbeiði, og hvussu tey koma heimaftur, tá nøktandi vinnumøguleikar eru at fáa her heima, so skipanin vit hava, er sjálvregulerandi. Vinnuhúsið fær síni fólk, tá størvini eru tøk.





Men eitt er at fáa pengar inn, annað er at spara. Tað eru nógv, bæði lond og fólk, sum eru farin av knóranum, tí at nýtslan er ov stór. Og tað er hon í ólukkumát í føroyska landshúsarhaldinum í dag.


Vit hava ma ein fyrrverandi aðalstjóra, sum sat í meira enn eitt áratíggju og breyt lóg, hann var settur at umsita. Tá hesin aðalstjórin til endans mátti úr sessinum, so gjørdi landið eitt nýtt starv, so viðkomandi fekk sínar gott 800.000 um árið í løn. Tvs at aðalstjórin nú situr í einum starvið sum ikki var til, og sum ikki er neyðugt, umframt at lukrativa pensjónin uppá 600.000 kr um árið bíðar.


Og hesin aðalstjórin er ikki hin einasti, sum ikki hevur megnað sítt starv, og tí er fluttur í annað óneyðugt starv, sum ikki var til. 


Hesar gott 800.000 kr er 1,6% av hesum 50 mió, sum sigast mangla í at landið hevur eitt svart null á fíggjarlógini. Og hesin aðalstjórin er ikki hin einasti, sum ikki røkti starvið til lítar, og bara bleiv fluttur í annað starv. Eg meini so við, tá onnur ikki duga sítt starv, so fáa tey fótin – ikki flutt í annað vællønt starv, sum verður upprættað til tey

Hesi reystmennini kundu farið í okkurt av størvunum, sum Vinnuhúsið sigur vera tøk. Tað hevði hjálpt landinum at spara, umframt at fleiri skattakrónur komu inn, og omaná alt hevði landið seinni spart nakað av pensjónunum.


Nógvir fulltrúar fáa eisini 600.000 kr í pensjón, so har fara nógvir pengar út í eftirlønum. Fyri at typpa holið er avgjørt, at fólk í Norra skulu koma heim til lítla løn, vánaliga eftirløn og vánaliga sosiala trygging.


Nú skal Folketrygd, sum gevur teimum, sum starvast í Norra, góða eftirløn av longu skattaðum pengum, umframt fulla løn við sjúku og barsilsgjald, ikki longur trekkjast frá í skattinum. Norski arbeiðsgevarin vil helst hava fólkini í Folketrygd. Tey, sum starvast har vilja helst vera í Folketrygd, ein kommunal skattakærunevnd hevur sagt, at borgarin hevur rætt at velja ta skipan, sum er best fyri hann. At nokta frítøku er tí ein eykaskattur uppá 8,2%, og eitt samt løgting samtykti í 2012 (LM 034/2012) at Folketrygdargjaldið er ein skattur.





Hesi somu, sum fáa eina sera góða almenna løn umframt eina framúr góða pensjón, vilja nú hava útbúnu fólkini, sum starvast uttanlands, heim at arbeiða okkurt hissini fyri tímaløn. Tá fáa tey hvørki nógv í pensjón, barsilspengum ella sjúkrapengum – og so slett ikki samanborið við fulltrúarnar, fyri ikki at tala um arbeiðsloysisstuðul, har § 16 stk 2 sigur soleiðis: “Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 80% av árligu grundlønini hjá fastløntum smb lønarsáttmálanum fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag”. Men arbeiðsloysisstuðulin er fulltrúunum óviðkomandi, tí teir verða bara fluttir í annað starv við somu løn, ístaðin fyri at verða uppsagdir – sum øll onnur fólk, sum ikki gera sítt arbeiði til lítar.


Vinnuhúsið sigur umaftur og umaftur, at tað er nokk av arbeiði til allar elektrikkararnar og maskinsmiðirnar, men seinast eg hugdi inn á starvslýsingar, vóru bara 10 umsóknir eftir elektrikkarum, og enn færri eftir maskinsmiðjum, umframt at omanfyri 100 umsóknir komu inn, seinast Bakkafrost søkti eftir fólki. So at tað er stórur mangul uppá fólk, tað passar nokk ikki heilt.


Kanska Ruth kundi biðið hesar fulltrúarnar sagt okkum, hvat landið hevði spart, um allar almennar pensjónir blivu skattaðar sum vanligt upp til eina læraraløn, sjúkrarøktarfrøðingsløn ella pedagogløn, og so 99% av restini.


Kanska Ruth eisini kundi sagt okkum, hvat landið hevði spart, um alment lønt fingu somu útgjøld úr barsilsgrunninum, arbeiðsloysisskipanini osfr, sum tey alment løntu fólkini, sum hava góðar sosialar tryggingar.


Tað er eisini lætt at sita og tosa um fiskimannafrádráttin, sum fulltrúarnir ikki fáa, men øvunda, uttan at taka við, at fiskimaðurin skal av við skatt, egna pensjón umframt frítíðarløn av hvørjari avrokning.


Er skatturin 36%, fríðarlønin og tvungna pensjónin 12% hvørt, so eru 60% farin av, legg so aftrat kvf gjald on annað, so sæst, at insitamentið at rýma er stórt. Gamaní fáa teir frítíðarlønina í mai, men tað skal eisini livast millum juni og mai.


Og hatta er eisini galdandi fyri tann tímalønta, so Vinnuhúsið skuldi unt teimum eina hampiliga løn. Tá hevði kanska ikki verið so ringt at fingið fólk, heldur enn at tvingað tey at leggja landið lamið.


Fulltrúin fær sína løn, eisini um hann við vilja og vitandi brýtur lógir, hann er settur at umsita, og sína eftirløn frá landinum, og tá er lætt at krevja – og krevja nógv.


Men tað er ógemeina frekt at krevja av øðrum, at tey skulu frásiga sær partar av teimum fyrimunum, sum tey sjálv hava


Magni Skaale

formaður í Antares




Les eisini onnur viðkomandi lesarabrøv frá Magna Skaale um mongu skeivu avgerðirnar í sonevndu “skattaumskipanini”






 

(Mynd 📸 Av Magna Skaal: antares.fo - av Ruth Vang framsokn.fo )


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo

Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page