top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

ANTARES | Árligur aðalfundur

Fundurin var hildin í hølunum hjá bátafelagnum í Havn hin 24. august í 2021.

Fundurin varð settur klokkan 14.20. Formaðurin, Dánjal Jákup Meinertsson, skjeyt upp at velja Martin Sonna Frederiksen til orðstýrara, og Martin Sonny játtaði. Hann staðfesti, at fundurin ikki var viðtøkuførur, tí bara 9 vóru møtt til fundin. Sambært viðtøkum skula minst 15 limir verða møttir á fundi.

(Mynd 📸 Aðalfundurin hjá Antares varð hildin í hølunum hjá Bátafelagnum í Havn.)


Atkvøtt varð so um at halda eykaaðalfund sambært viðtøkunum, og tað var einmælt samtykt.

Orðið varð so latið Dánjal Jákupi Meinertsson at leggja fram formansfrágreiðingina.

Tosað varð um korona í sambandi við ferðing til útlond.

Endiliga er broyting komin í kunngerð um inngjald til eftirløn, so eitt nú Trygden er góðkent sum nøktandi inngjald.

Tosað var eisini um heilsutrygd og um frítøku av gjalda til hesa skipan. Málið er kært, og tað kemur so fyri í rættinum í oktober í ár. Málið endar møguliga í landsrættinum.

Roknskapur

Roknskapur varð framlagdur. Tíanverri kundi Petur Mohr ikki verða við á fundi, so Dánjal Jákup Meinertsson legði roknskapin fram. Nevnt varð, at felagið átti nógvan pening á bók. Og samstundis er nakað av limagjaldi útistandandi.

SPEKT í Klaksvík hevur gjørt roknskapin. Atkvøtt var um roknskapin, og hann varð einmælt samtyktur.

Limagjaldið er í løtuni kr. 300,00. Avgjørt var at halda fram við hesum limagjaldinum.

Nevndarlimir og grannskoðari

Fimm mans eru í nevndini. Veljast skula 2 ólíkað ár og 3 líkað ár. Fyri vali stóðu Andrias, Petur og Rúni. Andrias hevði undan fundinum boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur. Petur og Rúni halda fram.

Heitt var á Magna Skaale at koma í nevndina, og hann játtaði hesari áheitan. Magni hevur fyrr verið í nevndini.

Eykalimirnir halda fram.

Samtykt varð at halda fram við SPEKT sum grannskoðara.

Onki mál var innkomið í samband við fundin og heldur eingi mál vórðu løgd fram á fundinum.

Ymiskt

Tosað varð um leyst og fast. Onkur nevndi, at hann saknaði fleiri tiltøk. Eitt nú útferðir við Norðlýsinum, Draganum ella Westward HO. Hetta er so nakað, sum nevndin kundi tikið upp til næsta nevndarfund.


Fundurin var lokin klokkan 15.05.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: Antares

Logo
Logo
Logo


0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page