top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Annfinnur heldur fram sum formaður

Annfinnur Garðalíð bleiv einmælt valdur til formann í FSN og Elias Zachariasen bleiv somuleiðs einmælt valdur til næstformann.

(Mynd 📸 fsn.fo)

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag varð hildin á Hotel Hilton í Havn. Uppmøtingin var sera góð, gott 70 limir vóru møttir. Hetta er nokk tann størsta undirtøkan, sum hevur verði til ársaðalfundinar hjá FSN.

Formansfrágreiðingin snúði seg um virki felagsins í skjótt farna árið, FSN hevur fleiri sáttmálaøkir, so her er nógv at taka fatt í. Eftir formansfrágreiðingina, var høvið at seta spurningar til formansrøðuna.

Fleiri spurningar vóru settir um sáttmálasamráðingarnar viðvíkjandi heimaflotanum, serliga hetta við olju sum loyvdur frádráttur av óbýttum. Hetta punkt tyngir nógv, tí oljan er ein tungur postur í rakstrinum í dag. Spurningar vóru eisini settir viðv. sjómannafrádráttinum, sum politiskt er minkaður frá 14% av kr. 470.000 til kr. 300.000. Aðrir spurningar vóru eisini settir.

Rokniskapurin bleiv lagdur fram, og Aðalfundurin samtyktið einmælt rokniskapin. Nevndarval var. Í ár stóðu 5 persónar fyri valið og 7 mans bjóðaðu seg fram. Kristen Friis valdi ikki at taka við afturvalið. Alfred Jacobsen bleiv valdur sum nývaldur, Alfred Jacobsen starvast sum Havnaumsjónarmaður í Tórshavnar Havn, hann er útbúgvin skipsførari.


Nevndin skipaði seg beint eftir Aðalfundin. Annfinnur Garðalíð bleiv einmælt valdur til formann í FSN. Elias Zachariasen bleiv einmælt valdur til næstformann.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Fylg Facebook #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag

Fylg LinkedIn #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page