SP/F ANGO | Ango komin á Havnina
Ango (ella Junior sum tað eitur beint nú), ið er annað av nýggju uppsjóvarskipunum, sum hava fingið tillutað uppsjóvarkvotur í sambandi við ítøkiligt skipakeyp, legði at við Vónina sunnudagin 31/10-21'.
(Mynd 📸 Portal.fo.)
Tað er felagið Sp/f Ango, sum hevur keypti Junior úr Hirtshals, sum Familjan Magnussen hevur átt seinastu árini. Keypssprísurin er ikki upplýstur.
Hetta er ikki fyrstuferð at skipið verður skrásettt í Føroyum. Junior hevur fyrr verið skrásett í Vági, har tað kallaðist Nýborg.
Nøgdirnar, sum Ango hevur fingið tillutað eru:
9.480 tons av svarttkjafti
3.007 tons av makreli
4.162 tons av norðhavsild
Aftrat hesum tonsunum, hevur felagið eisini fingið tillutað 884 tons av svartkjafti, 1.966 tons av makreli og 3.412 tons av norðhavsild, sum eru flutt frá 2020.
(Mynd 📸 Portal.fo.)
(Mynd 📸 Portal.fo.)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments