ÚTFLUTNINGUR | Alifóður setir dám á føroyska útflutningin
Updated: Sep 28, 2023
Vit útfluttu fyri yvir sjey milliardir krónur teir fyrstu sjey mánaðirnir
(Mynd 📸 portal.fo)
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 6,6 milliardir krónur. Tað eru 380 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.
Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 7,2 milliardir krónur. Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022, skrivar Hagstovan.
Størsti vøksturin sæst í bólkunum, sum eita "slógv og fiskaúrdráttir" og "annar fiskur". Bólkurin "annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.
Hagstovan greinar ikki vøksturin á "slógvi og fiskaúrdráttum" nærri, men tað kundi bent á, at ein einstøk fyritøka, alifyritøkan Bakkafrost, eigur ein stóran lut í hesum vøkstri, við tað at fóðurframleiðslan hjá Havsbrún í Fuglafirði eisini er ætlað til alivirksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi.
Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 882 milliónir krónur hesar fyrstu sjey mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 76 prosent vøkstur.
Virðið av laksaútflutninginum er minkað 255 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.283 tons, ella 19 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 175 milliónir krónur, ella ávikavist 21 prosent, 1 prosent og 15 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments